Vøruútbering

Pakkar verða sendir við Posta. Vit senda ókeypis um alt landið.

Tá keypt verður í vikuskiftinum, heilidøgum, frídøgum o.s.v. kann útberingin verða ymisk.

Vøra til Suðuroy verður borin út eftir ferðaætlan. Pakkar til Skúvoy, Heyst, Mykines, Fugloy og Svínoy hevur útbering á ein dag.

Eru trupulleikar við útberingini skalt tú seta teg í samband við Posta á tlf. +298346000 ella við telduposti á posta@posta.fo. Til ber eisini at seta seg í samband við okkum á tlf. +298260922.

Ynskir tú at bíleggja vøruna á heimasíðuni, men avheinta hana sjálv(ur), verður hetta valt undir bílegging. Pakkin kann heintast í vanligu upplatingar tíðunum, ella eftir avtalu, ið eisini verður gjørd á tlf. +298264106.

Hava tygum spurningar ella ivamál kunnu tygum ringja á tlf. +298264106 ella umvegis teldupost á insito@insito.fo

 

Gjalding

Gjaldskort, sum verða nýtt við keypi, verða trekt tá vøran verður send til bíleggjaran.

Hesi gjaldskort kunnu nýtast:

  • Dankort
  • Visa
  • Visa-Dankort
  • MasterCard
  • Visa Electron
  • Gávukort / Virðisseðil

 

Gávukort / Virðisseðil

Gávukort kunnu keypast í handli okkara, sum kunnu nýtast í handilinum og á nethandilinum. Eitt loyniorð stendur á gávukortinum og kann brúkast tá goldið verður á nethandilinum.

Gávukort kunnu sendast til ein teldupostbústað ella við Posta. Møgulleiki er at fáa tað pakkað sum gáva.

Hevur tú ein virðisseðil kann hann brúkast á sama hátt sum eitt gávukort – bæði í handli okkara og á nethandilinum.

 

Avlýsing

Ynskir tú at avlýsa eitt keyp/vøru skalt tú seta teg í samband við okkum sum skjótast á tlf 264106 ella insito@insito.fo

 

Iðranarrættur

Iðranarrættur (fortrydelsesret) er galdandi í 12 dagar frá, at kundin hevur móttikið vøruna. Ynskir tú at angra keypið skalt tú bera vøruna aftur í sama standi, sum hon var keypt. Um kvittan er við í umbýtingini, kann reiður peningur latast aftur. Er ongin kvittan, verður ein tilgóðarseðil latin. Tú kanst eisini býta um til aðra vøru.

Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur á. Keyparin skal gjalda fyri at senda vøruna aftur.
Vørurnar skulu sendast til:

Insito SMS
C/O SMS
á Trapputrøðni
FO-100 Tórshavn

ella við at koma inn í handil okkara á sama bústaði.

 

Endurgjaldskrav

Er feilur í vøruni, skalt tú seta teg í samband við Insito. Insito gevir tær upplýsingar um, hvussu tú skalt gera. Reglur hesum viðvíkjandi er eftir keypilógini.

 

Persónsupplýsingar

Insito viðger persónsupplýsingar eftir persónsdatalógini. Upplýsingar sum kunnu knýtast til teg sum persón, verða ikki givnir til aðrar fyritøkur.

 

Gjaldskortupplýsingar

Tá tú keypir hjá Insito, verða upplýsingar um gjaldskortið viðgjørdir hjá QuickPay, sum er ein trygg gjaldsloysn fyri online gjaldingar. Upplýsingar um kortið verður viðgjørt eftir krøvum frá peningastovnunum og Nets/Teller. 

 

Prísur

Allir prísir eru við MVG. Samlaða upphæddin verður tíðiliga víst áðrenn keypið verður endaliga framt, umframt kostnaður fyri frakt o.a.

 

Kontaktupplýsingar hjá handilinum

Insito Sp/F
C/O SMS
á Trapputrøðni
FO-100 Tórshavn


Heimasíða: www.insito.fo

T-post: insito@insito.fo

Tlf.: +298 260922

V-tal: 636568